Skriva út

Sertilboð í Føroyum

Fólkaskúlin

Í Føroyum hava vit ein serskúla, Skúlan á Trøðni,  og harumframt eru fleiri sertilboð/serflokkar skipað runt um í landinum.

Tað er ymiskt, hvussu hesi sertilboð/serflokkar eru í stødd og skipan. Felags fyri øll tilboðini er, at tey eru skipað soleiðis, at ein skúli umsitur sertilboðið í mun til skúlaøkið og tekur tískil næmingar inn frá einum ella fleiri skúlum í nærumhvørvinum. 

 

Tey tilboð, sum í løtuni eru skipað, eru í hesum skúlum:

  • Lonin - Vágs skúli

  • Skúlahúsið - Tvøroyrar skúli

  • Sertilboðið í Hoyvíkar skúli

  • Guli skúli - Skúlin á Fløtum

  • Pallurin - Sørvágs skúli og Skúlin á Giljanesi

  • Lonin - Skúlin við Streymin

  • Sertilboðið í Runavíkar kommunuskúli - Glyvra skúla og Skúlin við Løkin

  • Sertilboðið á Skúlatrøð

  • Melin - Vestmanna skúli

  • Lonin í Hoydølum - Eysturskúlin

  • Ljósástova - Skúlin á Argjahamri

 

Mannagongdir í samband við sertilboð:

Grundleggjandi verður altíð arbeitt út frá Fólkaskúlalógini. Til Fólkaskúlalógina eru gjørdar ymiskar kunngerðir, sum tilskila, hvussu arbeiðast skal. 

Kunngerðirnar, sum arbeitt verður út frá, eru:

Kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul

Kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð

 

Miðnám og Rásin

Skúlatilboð eftir fólkaskúlan er í tveimum ymiskum skipanum:

  • Rásin, skipað sum eftirskúli

  • Serligt Skipað Miðnám, SSM, ið er staðsett í hesum skúlum:

    • Tekniski skúli í Klaksvík

    • Miðnám á Kambsdali

    • Glasir

    • Miðnámsskúlin í Suðuroy

 

Hesi tilboð eru skipað í samstarvi millum skúlaverk og almannaverk.

Uppgávan hjá Sernámi í hesum tilboðum er m.a. at veita sálarfrøðiliga ráðgeving, sparring og supervisión. Umframt er umboð fyri Sernám við í upptøkubólkunum og seinastu árini eisini í ráðgevandi bólkinum fyri Rásina.