Sernám   /   Um Sernám   /   Sernámsfundir
Skriva út

Sernámsfundir

Starvsfólk í Sernám hava í høvuðsheitum tvey sløg av fundum á stovnum og skúlum. Vit hava sernámsfundir, og vit hava aðrar fundir í samband við átaksætlanir (interventiónsætlanir).

 

Sernámsfundurin er staðið, har stúranir hjá starvsfólkum á stovni ella skúla verða umrødd. Stovnurin/skúlin fær samtykki frá foreldur um, at teirra barn verður umrøtt (við navni ella ikki).

Til sernámsfundir er talan um stúranir, ið ikki frammanundan eru partur av eini átaksætlan.

 

Á sernámsfundi verður dentur lagdur á at skapa eitt skipað samtalurúm, har øll, ið luttaka, eru opin, spyrjandi og kannandi, soleiðis at nógv góð hugskot kunnu vinna fram.

 

Tíðir til serámsfundir verða givnir stovnum og skúlum fyri eitt skúlaár í senn, soleiðis at stovnurin ella skúlin veit, nær vit hittast.

Frítíðarskúlar eru knýttir til tíðirnar hjá skúlunum, og venda sær til skúlan, um tey hava stúranir í mun til menning, læring ella trivna.

 

Freistin hjá stovnum og skúlum at senda skrá inn til sernámsfund er í seinasta lagi 7 dagar áðrenn ásettu tíð. Er ongin skrá komin 7 dagar áðrenn, verður hetta skilt sum, at stovnurin/skúlin hevur avlýst fundin.

 

Samstarvsskjal kann fáast við at venda sær til sernam@sernam.fo.

 

Sernámsfundur - mynd av arbeiðsgongd
Freistin hjá stovnum og skúlum at senda skrá inn til sernámsfund er í seinasta lagi 7 dagar áðrenn ásettu tíð.
Dømi: um sernámsfundur skal verða ein mikudag, er freistin at senda skránna inn týsdagin í vikuni frammanundan. Er ongin skrá komin 7 dagar áðrenn, verður hetta skilt sum, at stovnurin/skúlin hevur avlýst fundin.