Sernám   /   Um Sernám   /   Oyðubløð
Skriva út

Oyðubløð

Skjal til sernámsfund kann fáast við at venda sær til sernam@sernam.fo.

 

Hetta skjalið er ætlað stovnum og skúlum at útfylla og senda til Sernám í seinasta lagi 7 dagar áðrenn ásetta sernámsfund.

Sí meira kunning um sernámsfund her.

Dentur er lagdur á spurningin "Hvør er stúrin um hvat?", og at svarið til tann spurningin er lýst so ítøkilig sum møguligt.

Skjalið skal sendast til Sernám við telduposti á sernam@sernam.fo ella við posti til Sernám, Frælsið 32, Postsmoga 2036, 110 Tórshavn.

 

Upplýsingarskjal

Hetta skjalið er ætlað foreldrum, stovnum og skúlum, tá barn skal skrásetast í Sernámi.

Upplýsingarskjalið skal bert útfyllast eftir avtalu við Sernám, og skal útfyllast av bæði stovni/skúla og foreldrum.

Umráðandi er, at undirskrift er á.

Skjalið kann sendast til Sernám antin við telduposti á sernam@sernam.fo ella við posti til Sernám, Frælsið 32, Postsmoga 2036, 110 Tórshavn.

 

Arbeiðsætlan

Hetta skjalið er eitt hjálpiamboð, sum starvfólk á stovnum ella skúlum kunnu brúka á sernámsfundi, um tey ynskja tað.

Skjalið skal ikki sendast til Sernám, og tað verður ikki skrásett í Sernámi. 

Upplýsingarskjal
Arbeiðsætlan