Sernám   /   Um Sernám   /   Fakøki   /   Ergo- og fysioterapi
Skriva út

Ergo- og fysioterapi

Grundað á fakliga vitan um rørslu- og sansaskipanarligu menningina greina ergo- og fysioterapeutarnir í Sernámi rørslu- og sansamotorisku førleikar og avbjóðingar hjá barninum og hvussu hetta ávirkar barnsins luttøku í týðandi dagligum virki. Saman við foreldrum og starvsfólkum, sum er um barnið, verður ein ætlan gjørd, sum kann verða við til at rørslu- og sansaskipanin hjá barninum mennist.


Barnaergoterapi og -fysioterapi er ein tænasta til børn undir skúlaaldur, sum ikki mennast, ella eru í vanda fyri ikki at mennast sansaliga og rørsluliga. Tað kunnu t.d. verða børn við viðføddum ella íkomnum breki og rørslu- og sansatrupulleikum.

 

Um starvsfólk á stovni ella foreldur at barni á stovni eru stúrin um rørslu- og sansaskipanarligu menningina, verður hetta tikið upp á sernámsfundi hjá stovninum. Nærri kunning um sernámsfund er her.