Sernám   /   Um Sernám   /   Fakøki   /   Sernámsfrøði
Skriva út

Sernámsfrøði

Høvuðsuppgávan hjá sernámfrøðiligu ráðgevunum er, við støði í sernámsfrøði, at mæla til, skipa, førleikamenna og samstarva við stovnar og skúlar um sernámsfrøðilig átøk. Sostatt er uppgávan at geva børnum og ungum fjølbroyttar møguleikar at trívast, læra og mennast út frá egnum fortreytum:

  • at menna sernámsfrøðiliga umhvørvið soleiðis, at børn og ung gerast eina partur av felagsskapinum.

  • at vegleiða, ráðgeva og samstarva við starvsfólk á stovnum og skúlum og við foreldur.

  • at førleikamenna starvsfólk á stovnum og skúlum í sernámsfrøðiligari vitan og átøkum.

  • at samstarva og skipa átaksætlanir. 

 

Um foreldur ella starvsfólk á stovni ella skúla eru stúrin um menning, læring ella trivnað, verður hetta tikið upp á sernámsfundi hjá stovninum ella skúlanum. Nærri kunning um sernámsfund er her.