Sernám   /   Um Sernám   /   Tema   /   Low Arousal
Skriva út

Low Arousal námsfrøði

Low Arousal námsfrøðin var ment síðst í 80-unum. Tað var Andrew A. McDonnel, sum grundlegði námsfrøðina, ið byggir á eina humanistiska menniskjafatan. Low arousal námsfrøðin verður á donskum ofta kallað “rogivende pædagogik” og kundi verið kallað rógevandi námsfrøði á føroyskum.

Low Arousal námsfrøðin varð ment til menniskju við autismu og menniskju við menningartarni við avbjóðandi atferð. Í dag verður henda námsfrøði eisini brúkt til fleiri aðrar málbólkar. Hetta er ein ikki-konfronterandi námsfrøði. Høvuðsdentur verður lagdur á, at tað er starvsfólkið, sum við greiðari og róligari medferð, skal stuðla barninum í at finna nýggjar valmøguleikar, sum eru skilabetri í avbjóðandi støðum. Boðskapurin er heilt stutt, at ró smittar. Umframt at fyribyrgja aggressiva atferð er neyðugt at duga at handfara niðurtrapping tá eitt barn er í sinnismuni, og seta út í kortið, hvat starvsfólkið kundi gjørt øðrvísi framyvir. Starvsfólkið finnur soleiðis loysnir og hættir, ið stuðla barninum í at sleppa undan kenslum av ótryggleika og kaosi.

Námsfrøðin er í trá við kendu orðini hjá sálarfrøðinginum Ross W. Greene: “Kids Do Well if They Can”, sum leysliga kann umsetast til: børn gera tað gott, um tey kunnu.

Við hesum hugburði í huganum er tað ikki soleiðis, at barnið ikki vil gera tað rætta ella er ómøguligt, dovið, ómotiverað, manipulerandi osfr. - men heldur, at tað ikki kann, tí okkurt kemur í vegin hjá barninum, og tí kann atferðin blíva ein avbjóðing.

Tá starvsfólk broyta hugburð til barnið, broytist atferðin eisini yvirfyri barninum. Broytta atferðin hjá tí vaksna kann fyribyrgja tvístøður og samanbrestir. Gransking vísir, at 80% av eskaleringum, í sambandi við samanbrestir, standast av teimum vaksnu, tí tey eitt nú tosa hart, seta herd krøv, skelda, taka í barnið, krevja eygnasamband ella vænta, at barnið kann siga nakað skilagott, meðan tað er í sinnismuni. Í Low arousal námsfrøðini tosar tann vaksni við barnið í friðartíð, t.e. ein tíð aftaná ein tilburð. Barnið kann læra, at har eru aðrir møguleikar, sum tað heldur kundi valt í støðuni, enn t.d. at kasta ein stól. Tosað verður um sokallaðar “trikkarar”, sum útloysa øði ella tað at gerast sera kedd. Um tann vaksni ella starvsfólkið miðvíst minkar um hesar “trikkarar”, er nógv vunnið.

Fýra høvuðspartar eru í Low arousal tilgongdini: Tann fyrsti er at tillaga krøv fyri at minka um møguligar samanstoytir. Tann næsti er at minka um møguligar “arousal trikkarar” so sum at krevja beinleiðis eygnasamband, nerta við - ella at flyta barnið ella børnini frá staðnum. Tann triði er at ansa eftir ikki at hava ein spentan ella ágangandi kropsburð, sum kann elva til samanstoyt. Best er ikki at standa beint yvirav, men heldur á skák ella undir liðini á barninum. Hin fjórði er at seta spurnartekin við “vanahugsan” hjá starvsfólki um, hvussu avbjóðandi atferð kann verða loyst á besta hátt. Er tað t.d. ein trupulleiki, um ein næmingur er í húgvu inni í tímanum?

 

Tríggjar grundreglur í Low Arousal námfrøði:

1. grundregla um ábyrgd - starvsfólkið tekur ábyrgd av sambandinum og samstarvinum við barnið. Tann sum tekur ábyrgd ávirkar. Starvsfólkið finnur loysnir og hættir, ið stuðla barninum í at sleppa undan kenslum av kaosi. Við at taka ábyrgd fær starvsfólkið eisini kensluna av at eydnast í truplum støðum, har maktarsloysi annars kundi rátt.

2. grundregla um tamarhald - starvsfólkið skal hava tamarhald á sær sjálvum og megna at samstarva. Í nógvum førum verða virkisføri hjá børnum yvirmett. Tí eiga vit ikki at seta størri krøv til barnið, enn tað megnar. Neyðugt er at tillaga krøv í samráð við barnið, soleiðis at barnið kennir seg trygt og ikki endar í kaosi. Barnið fær soleiðis kenslu av eginábyrgd og tamarhaldi.

3. grundregla um "affektsmittu" - menniskju ávirka hvørt annað við kenslum og stemningum. Ikki øll børn hava líka lætt við at skyna á, hvør upprunaliga eigur kenslurnar. Tað merkir, at tey í fleiri førum yvirtaka kenslur, sum tey onki eiga í. Um starvsfólk kunnu varðveita ró í spentum støðum, ávirkast barnið til at vera meira róligt. Hinvegin kann ein støða, har starvsfólk missir tamarhaldið, fáa eina støðu til at eskalera, t.e. at gerast uppaftur verri.

 

Bøkur, greinar og heimasíður til íblástur:

 

  • Elvén, B. H. (2017). ”Adfærdsproblemer i Vuggestue og Børnehave”Dansk Psykologisk forlag

  • Elvén, B. H. (2010). “Problemskabende adfærd ved udviklingsforstyrrelser eller udviklingshæmning. Viborg: Dansk psykologisk Forlag.

  • Elvén, B.H. (2018). “Konflikter og Low arousal”. Dansk psykologisk forlag.

  • Elvén, B.H. (2017). “Konflikter og Low arousal I vuggestuen og børnehaven”. Dansk psykologisk forlag.

  • Elvén, B.H. (2013). “Konflikter og Low arousal i skolen”. Dansk psykologisk forlag.

  • Greene, W. R. (2009). “Det eksplosive barn”. Forlaget Pressto.

  • McDonnell, Andrew A. (2010). “Managing Aggressive Behaviour in Care Settings: Understanding and Applying low arousal approaches”. Forlag, Wiley.