Skriva út

Sernám

Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar, skúlar og foreldur, sum varða av børnum og ungum.

Sernám veitir ráðgevingin til fólkaskúlar og dagstovnar.
Í hesum sambandi fáa foreldur eisini lut í ráðgevingini.

Tá talan er um einstøk børn, eru foreldrini og/ella avvarðandi altíð ein partur av tilgongdini, sum dagstovnurin/skúlin hevur saman við Sernámi.

Sernám ráðgevur ikki familjum uttanum dagstovn/skúla, og Sernám ráðgevur heldur ikki beinleiðis inn í heimið hjá barninum. 
Meira kunning til foreldur er her.

Sernám er ein landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað. Grundað á servitan innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón og talu verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum og foreldur/avvarðandi um at skapa felagsskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast.

Toymisøki

Føroyar eru býttar í fýra økir, og flestu starvsfólkini í Sernámi eru býtt í fýra toymi, sum hvørt er knýtt til eitt øki.

Toymisøki 1: Sandoy umframt part av Tórshavnar kommunu.

Toymisøki 2: Norðurstreymoy, Sundalagið og Vágar umframt part av Tórshavnar kommunu.

Toymisøki 3: Suðuroy umframt part av Tórshavnar kommunu.

Toymisøki 4: Eysturoy (tó ikki Sundalagið) og Norðoyggjar.

Samstarv uttanhýsis

Sernám samstarvar við flest allar skipanir í Føroyum, sum arbeiða á barna- og ungdómsøkinum. Samstarv er eisini við Undirvísingarstýrið og Nám.