
Tlf-ráðgeving á tel 360200 til 1. juli 2020
Kunning til dagstovnaleiðslur og skúlaleiðslur
Verandi Corona-umstøður hava stóra ávirkan á dagliga virksemi hjá stovnum og skúlum í Føroyum, og harvið eisini á dagliga virksemi í Sernámi. Ístaðin fyri at koma út á stovnar og skúla til fundarvirksemi, eygleiðingar o.a. eru vit í stóran mun avmarkaði til samband umvegis tlf, teldupost og Teams.
Tlf-ráðgeving er ein møguleiki hjá tykkum at fáa sparring og ráðgeving í mun til stúranir og ivamál um sernámsfrøðilig viðurskifti. Sum vanligt, fær stovnurin/skúlin samtykki til vega frá foreldum um, at teirra barn verður umrøtt (við navni ella ikki).
Tískil skipar Sernám tlf-ráðgeving á tann hátt, at hvørt toymisøki hevur tlf-ráðgeving ein dag um vikuna, har møguligt er hjá stovnum og skúlum í tí økinum at fáa samband við tey starvsfólk, sum eru knýtt til tykkara øki.
Hendan skipanin svarar á tel 360200 fram til 1. juli 2020.
Tlf-ráðgevingin fyri økið:
Norðoyggjar og Eysturoy (uttan Sundalagið) er týsdagar kl. 9-15.
Sandoy og part av Tórshavnar kommunu er mikudagar kl. 9-15.
Suðuroy og part av Tórshavnar kommunu er fríggjadagar kl. 9-15.
Vágar, Norðurstreymoy, Sundalagið og part av Tórshavnar kommunu er hósdagar kl. 9-15.
GG: Ætlaðir sernámsfundir fram til 1. juli verða tískil ikki á skránni.
Sernám svarar sum vant á tel 360200 mán-hós kl. 8-16 og frí kl. 8-15 og umvegis teldupost sernam@sernam.fo.
Tó er bert møguligt at koma inn á deildina eftir avtalu.