Skriva út
01-01-0001

Tiltak í Løkshøll

Sernám skipar fyri tiltakið í Løkshøll

Til tiltakið 15. apríl 2024 verða framløgur, sum geva vitan og íblástur til tey, sum arbeiða við børnum, har spenni millum barnið og umhvørvið kemur í spæl. Høvuðsdentur er á eyðkennir, sum eru ella minna um autismu.

Tað verða starvsfólk frá Sernámi, sum hava framløgur, ið nema við økir so sum eyðkennir og tørv, samskifti, foreldrasamstarv og hvussu arbeiðast kann námsfrøðiligt. Dentur verður lagdur á yngri aldursbólkar í skúlanum.

Eisini verður framløga um skiftisnámsfrøði, við luttøku frá Fróðskaparsetrinum.

Tiltakið er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum til dagligt, men foreldur og onnur kunnu eisini gangnýta framløgurnar.