Skriva út
02-10-2026

Opin ráðgeving fyri starvsfólk á dagstovnunum

Opin ráðgeving

Opin ráðgeving er eitt nýtt, lætt atkomiligt og óformligt tilboð til dagstovnar, sum kenna seg hava tørv á fakligari sparring og vegleiðing frá Sernámi. Tilboðið sprettir úr niðurstøðunum í einari nýliga handaðari pilotverkætlan við umboðan frá bæði námsfrøðiligu ráðgevingunum, dagstovna- og fólkaskúlaøkinum.

Í einari ásettari telefontíð kunnu starvsfólk á dagstovnaøkinum ringja inn við fakligum spurningum, ivamálum og avbjóðingum úr gerandisdegnum. Ráðgevingin tekur støði í tí støðu, sum tann, ið ringir, hevur tørv á at umrøða her og nú, og kann geva nýggj faklig sjónarmið og íblástur til møgulig næstu stig.

Ráðgevingin er dulnevnd, og upplýsingar verða latnar, soleiðis at einstøk børn ikki kunnu eyðmerkjast. Vit fara somuleiðis at heita á tykkum um ikki at nevna tykkara navn ella dagstovn, tá ið tit ringja. Samrøðurnar verða ikki skjalførdar, og sambandið endar, tá ið samrøðan er liðug.

Tilboðið er ætlað til almenna fakliga sparring og kann hugsast sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiðinum. Talan er ikki um málsviðgerð, og opna ráðgevingin kann ikki nýtast til støðutakan í einstøkum málum, ella sum byrjanin uppá eina visitatión ella skráseting í skipanini hjá Sernám.

Endamálið er at skapa lætta atgongd til óformella, fakliga sparring, áðrenn avbjóðingar vaksa seg stórar, og stuðla starvsfólkum í at skilja og handfara avbjóðingar í gerandisdegnum.

 

Mannagongd

-        Opna Ráðgevingin er opin fríggjadagar millum kl. 10-12

-        Starvsfólk á dagstovnaøkinum ringja á tlf. 360 200

-        Fyrisitingin í sernámsdeildini svarar og spyr, hvat fyrispurningurin snýr seg um

-        25 min. verða settir av til hvørja samrøðu

-        Víðaristillað verður til ein ráðgeva, sum situr tøkur at veita ráðgeving

-   Ráðgeving verður veitt innan talu og samskifti, sálarfrøði, og sernámsfrøði vikuliga.   Ráðgeving innan ergoterapi, sersamskifti og tekn til talu er tøk eina ferð um mánaðan.

  Tað eru ymiskir ráðgevar, sum sita við telefonina. Tí er ikki givið at man fær fatur á einum   ráðgeva, sum man fyrr hevur tosað við.

 

Hesar tíðir er settar fram til jóla

Til hvørja telefontíð sita ávikavist ein taliráðgevi, ein sernámsfrøðiligur ráðgevi og ein sálarfrøðingur við telefonina.

Harumframt er serráðgevi í teknmáli og tekn til talu, og ergoterapetur/ráðgevi innan sersamskifti tøkar ávísar tíðir.

Serráðgevi í teknmáli og tekn til talu: 30/10 og 4/12

Ergoterapeutur og ráðgevi í sersamskifti: 30/10 og 27/11