Landsstýrismaðurin komin til niðurstøðu um talu- og samskiftisráðgeving eftir Karlstad háttinum
Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at Karlstad framvegis verður veitt sum tænasta. Tó verður tænastan broytt soleiðis, at tað frameftir ikki bara verða børn og ung við Down-syndrom, sum kunnu fáa tænastuna, men eisini onnur børn og ung.
Tænastan verður broytt soleiðis, at hon fer at fevna um Karlstad burturav. Vikuligi tímin við taliráðgeva frá Sernámsdeildini verður sostatt ikki longur ein fastur partur av Karlstadtænastuni. Børn og ung, sum fáa Karlstadtænastuna, verða ikki útilokað taliráðgeving frá Sernámsdeildini. Karlstadtænastan verður framvegis veitt umvegis Sernámsdeildina eins og í dag, og er Sernámsdeildin farin í holt at skipa tænastuna út frá nýggju fortreytunum.
Nærri kunning kemur her, so skjótt arbeiðið er liðugt.
Frágreiðingin um Karlstad-tænastuna er almannakunngjørd á heimasíðu Mentamálaráðsins Frágreiðing um Karlstadtænastu