Skriva út
29-06-2026
Deildarleiðari settur fyri Sernám
Undirvísingarstýrið hevur sett Tóru Petersen í starv sum deildarleiðari fyri sernámsfrøðiliga økið frá 1. august 2026.
Tóra er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur ein phd í sálarfrøði. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur og frá ymiskum almennum stovnum. Seinasta árið hevur hon verið virkandi stjóri í Sernámi, og áðrenn tað var hon 5 ár í starvi hjá Námi sum trivnaðarráðgevi.